Evnisdagar - á ferð í Nes Kommunu "Okkara stað - okkara søga"

Í viku 10 hava vit havt evnisdagar í Tofta skúla um Nes Kommunu.

Vit byrjaðu við einum B68-degi, har Jógvan Martin Olsen greiddi okkum frá søguni hjá B68. Dagin eftir vitjaðu vit gomlu Nes kirkju og Fríðrikskirkjuna og Ovi Brim, prestur, greiddi okkum frá. Eisini hava vit havt um søgnina um Nykin við Toftavtn og gingið til Leigustovu, har stóri hundurin í søgnini brádliga kom inn. Listaleypurin var eisini á vitjan hesa vikuna, so vit sluppu eisini at síggja og hoyra søguna um Vampýrellu, sum Jákup Dahl fortaldi saman við Aldubáruni.

Vit endaðu vikuna við at næmingarnir teknaðu eina tekning frá onkrum, sum tey høvdu upplivað frá vikuni, og so høvdu øll í skúlanum eina hugnaliga sangløtu saman.