Flokkar
Á seturskúla á Sandi
6. flokkur hevur verið á seturskúla á Sandi og gist í húsinum hjá ungmannafelagnum Virkið. Tað hevur verið ein sera góður túrur við nógvum upplivingum. Næmingarnir hava róð kajakk á Sandsvatni, vitjað listasavnið, gingið til gívrinarspor og gívrinarhol og sjálvandi eisini hugna sær inni við sjónleiki, spurnarkapping, borðspølum og øðrum. Takk fyri túrin og góða summarferiu :-)