Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

25/01/2018

INNSKRIVING AV NÆMINGUM Í KOMANDI 1. FLOKK

Mikudagin 24. januar var innskriving av næmingum til 1. flokk fyri komandi skúlaár í Tofta skúla, og tað vóru 25 sera spent børn, ið saman við teirra foreldrum, ommum og abbum, sum møttu upp til innskrivingina.

Skúlastjórin, Durita Jakobsen, bjóðaði øllum vælkomin og tók í móti næmingunum niðri í Miðhøllini. Síðani varð farið upp í eina floksstovu, har lærararnir Lív Magnussen og Atli Johansen greiddu foreldrunum frá, hvat ið tey bæði leggja dent á í samstarvinum millum Tofta skúla og Barnagarðin á Svangaskarði, fyri at fáa eina so góða innskúling sum gjørligt.

Til seinast sungu næmingarnir sangin “Veturin kom við kulda og kava”.

Fleiri myndir síggjast her!