Seinastu tíðindi

27/06/2024

Endurlýsing eftir námsfrøðiligum stuðli til Tofta skúla og Frítíðarskúlan

18/06/2024

Góða summarferiu

17/06/2024

Prógvhandan í Tofta skúla 17 juni 2024

07/06/2024

Verkfallið er av

04/06/2024

Næmingarnir í skúla hósdagin 6. juni kl. 08.00

22/05/2024

Eingin skúli vegna verkfall

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

Týsdagin 12.mars kl. 11.00 var grækarismessuhald úti í Geilini á Toftum. Tað var næmingaráðið í Tofta skúla, sum skipaði fyri haldinum.

Brestir Gøte, næstformaður í næmingaráðnum bjóðaði øllum vælkomin, og gjøgnumgekk skránna fyri grækarismessuhaldið.

Eftir at hava sungið nakrar góðar vársangir, helt Brestir Gøte í næmingaráðnum eina røðu.

Í røðu síni seðgi hann m.a., at klipp klipp er eyðkenda ljóðið frá tjaldrinum, okkara tjóðfugli. Hetta eyðkenda ljóðið ger, at vit flyta okkara tankar frá vetrinum, storminum og kuldanum. Klippið ”sløkkir” fyri vetrinum og ”tendrar” fyri várinum og sólini, sum fær alt ar spíra og grønkast. Fuglar fara at reiðrast, smálombini spæla og barnalátur hoyrist.

Alt vaknar, og lív kemur aftur í bygdalívið, sum hevur ligið í dvala ta myrku tíðina.

Menn fara upp í stiga at mála og hampa um, og kvinnurnar taka sær av havamøblunum, ið skulu setast fram.

Børn fara út at súkkla, á seiðaberg, spæla fótbólt, spáka við ísi í hond og ungdómar koyra á skutara.

Til seinast undirstrikaði Brestir, at við sínum fagra klippi, byrtir tjaldrið eina bjarta vón um summar og eina ljósari og lýggjari tíð.

Í døgunum undan grækarismessu, skipaði næmingaráðið fyri eini teknikapping, sum hevði nakað við tjaldrið og grækarismessuna at gera.

Rættiliga nógvar spennandi tekningar komu inn til kappingina. Og vinnarin gjørdist Katja Jónsdóttir. Nummar tvey og trý gjørdust ávikavist Ronja W. Feilberg og Aleksandur M. á Regni.

 

 Fleiri myndir frá grækarismessuhaldinum síggjast her!