17/06/2026

Prógvhandan í Tofta skúla

Týsdagin 16. juni kl. 15.00 var prógvhandan í Tofta skúla. Tá fingu næmingarnir í 9. flokki prógv handað. 

Til hesa hátíðarløtu vóru avvarðandi hjá næmingunum komin saman at heiðra teimum, nú nýggju ára fólkaskúlan var liðugur.

Durita Jakobsen, skúlastjóri, bjóðaði øllum vælkomin, og helt síðani eina røðu og handaði næmingunum prógvini.

Í røðu síni segði Durita m.a., at tit næmingar hava verið nakað serligt. Tit hava verið ein flokkur við færri næmingum enn í hinum flokkunum, og tað hevur givið tykkum eina serliga støðu her í skúlanum. Tit hava verið tættari – kanska meira sjónlig – bæði fyri hvørjum øðrum og fyri okkum vaksnu.

Durita vísti á, at Søren Kirkegaard minnir okkum á, at vit ongantíð hava vit eitt annað menniskja at gera, uttan at vit halda ein part av lívi tess í okkara hondum.

Hvørja ferð vit møta einum øðrum menniskja – í einum eygnabragdi, við eini viðmerking ella í eini handling, so nema vit við nakað í lívinum hjá hesum menniskja.

Vit kunnu lyfta upp ella tyngja.

Vit kunnu geva dirvi ella taka dirvi frá hvørjum øðrum.

Tað er galdandi í teimum smáu løtunum og tað er galdandi í teimum størru løtunum, har vit veruliga eru nakað fyri hvønn annan.

Durita tók eisini fram sangin ”Spor í sandi” hjá Martin Joensen, sum gjørdist fólksins ogn eftir sendingina Hoydalar í vár.

Sangurin snýr seg um skiftisskeið – um at standa á einum stað í lívinum, har nakað endar og nakað nýtt byrjar.

Heystið, sum nærkast, minnir okkum á, at vit kunnu halda fast í tí, sum hevur verið.

Eins og summarið hvørvur, soleiðis fara nøkur av tykkum víðari nú – onnur um eitt ár – víðari frá einum týðandi parti av tykkara lívi – fólkaskúlanum.

Myndin av ”spor í sandi” er serlig. Hon vísir okkum á, at tey spor vit seta, kanska ikki vara æviga, men tey hava kortini týdning.

Sangurin hevur seini ein varkan boðskap, at ikki alt tørvar lyfti ella sterk bond fyri at hava týdning.

Tey sambond, tit hava bygt her og tær upplivingar, tit hava havt – tær fara altíð at fylgja tykkum, eisini tá tit nú fara hvør sín veg.

Og kanska er hetta tað týdningarmesta:

·       at tora at sleppa takinum

·       at taka tað góða við sær

·       at halda á fram, hóast framtíðin er ókend

Til seinast ynskti skúlastjórin næmingunum, sum skulu taka við øðrum avbjóðingum, alt tað besta og góða eydnu í komandi tíðum.

Og til tykkum, sum skulu halda fram í Tofta skúla eitt ár afturat. Vit gleða okkum at fylgja tykkara næstu stigum og menningini, ið bíðar.

Til seinast fingu næmingarnir góðu føroysku heilsanina: ”Jesus fylgið tykkum”.

 Eisini hildu Anja Mortensen og Jóhannus Mikkelsen, teirra flokslærarar, røðu. Her vóru tað serliga allar tær góðu løturnar, við upplivingum av ymsum slag í skúlanum og runt um í Føroyum, sum vóru tiknar fram. Upplivingar, ið bæði næmingar og lærarar við gleði koma at minnast afturá í langa tíð. Eisini nýttu flokslærararnir høvi til at takka foreldrunum fyri sera gott og gevandi samstarv øll hesi árini teirra børn hava gingið í Tofta skúla.

Umframt felagssangir og røður var ein sera forvitnislig sangframførsla av sangbólkinum The Gadders, sum sungu tveir sangir til hátíðarløtuna.

Til seinast var myndatøka og øll vóru boðin til ein góðan drekkamunn.

 

Fleiri myndir frá prógvhandani síggjast her!