13/08/2026

Fyrsti skúladagur hjá 1.A og 1.B í Tofta skúla

Mikudagin 12. august kl. 13.00 møttu 26 glað og spent børn upp til teirra fyrsta skúladag í Tofta skúla. Í flokkinum eru 16 gentur og 12 dreingir.

Skúladagurin byrjaði við, at Durita Jakobsen, skúlastjóri, bjóðaði børnum og foreldrum vælkomin í Miðhøllini.

Skúlastjórin tók í hondina á einum og einum barni og vísti teimum m.a. á, hvar ið 1. flokkur stendur, tá morgunin byrjar við morgunsangi í Miðhøllini. Síðani sungu børnini eitt stutt sálmaørindi, og bóðu Faðir vár saman.

Í stuttari heilsan til foreldur og børn, vísti skúlastjórin m.a. á, at tað at ganga í skúla, setur stór krøv til børnini og tey vaksnu, um at møta upp til tíðina um morgunin og annars at gera tað, sum tey skulu í skúlanum.

Durita legði dent á, at tað er umráðandi at børnini verða stuðlaði heima, fáa góðan svøvn, og soleiðis eru mett og væl hvíld, tá ið tey koma í skúla.

Áðrenn farið varð upp í flokshølið, var mynd tikin av flokkinum saman við teirra flokslærarum.

Í flokshølinum hjá1.A og 1.B, tóku flokslærararnir, Eyð Leitisstein og Andrea Højgaard, Annenie B. Nielsen og Anja Mortensen, ímóti næmingunum.

Flokshølni vóru vakurt prýdd við m.a. fløggum og vøkrum navnaskeltum, sum børnini sjálv høvdu gjørt.

Flokslærararnir greiddu m.a. frá uppbygnaðinum av tímatalvuni og teimum skipanum, ið eru galdandi fyri skúlan. Teir vístu eisini á heimasíðu skúlans, herundir vikuætlanina og mjólkaskipanina.

Eisini fingu børnini onkra spennandi bók, sum tey vóru hugtikin av.