Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

02/03/2018

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 10. januar 2018 kl. 19.30


Skrá:

Gerðabókin 

Frá skúlanum:

Frá forkvinnuni:

Skipa fyri samstarvsfund

Ymiskt:

 

Gerðabókin góðkend

Frá skúlanum: Durita greiddi frá, at lærari var settur í starvið, ið varð lýst leyst í desember. Jaspur Langgaard hevur sagt seg úr starvi pr. 1.mars. Verkfallið hjá námsfrøðingunum rakar skúlan partvís. Onkur næmingur kann ikki koma í skúla, og onkur er bert partvís í skúla. Kirkjugongdin beint fyri jólaferiuna gekk væl og somuleiðis gekk jólahaldið í fimleikarhøllini væl.

Frá forkvinnuni: Skúlastýrið skuldi havt lagt fram ársfrágreiðing í november, men hetta varð ikki gjørt. Ársfrágreiðingin kann leggjast út á heimasíðuna og spyr AR um vit skulu gera tað? Semja var um, at vit gera tað og lýsa við tí á heimasíðu skúlans. Felagið Heim og skúli, viðmælir hesum.

Viðv. útiøkinum, so hevur NK ikki sett pengar av í 2018, men vil arbeiða við eini heildarætlan fyri alt útiøkið. NK keypir trampolinir á kr. 89.000,- til skúlagarðin. NK bíleggur og betalir hetta. 

Vit hava fingið innbjóðing til felags skúlastýrisfund á Strondum 06.02.18. Avgjørt varð, at Durita hevur eitt innlegg á 10 min. um trivnaðarætlanina í Tofta skúla. Til fundin á Strondum verða 6 fólk við frá okkara skúlastýri. Vit hava lagt ein regluligan skúlastýrisfund dagin eftir felags foreldrafundin á Strondum, ivasamt, um vit skulu hava hendan fundin.

Skúlastýrið skal skipa fyri samstarvsfólkafundi. Prát um hvat og hvussu, prátaðu um at vitja inni á Gráasteini og so eta í Gott í Saltangará aftaná. Tosað varð um 7. og 14.mars. AR spyr Alfred Olsen, um tað ber til ein av hesum døgum.  Kanska kunnu vit hava okkurt stuttligt innslag eisini. 

Ymiskt. Prát um at gera ein bólk í Office 365 til skúlastýrið.

 

Fundur lokin kl 20:30

Øll møtt

Skrivað hevur Durita Jakobsen