Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

12/03/2018

Grækarismessuhald á Toftum

Aftur í ár varð grækarismessuhald úti í Lágabø á Toftum. Tað var næmingaráðið í Tofta skúla, sum skipaði fyri haldinum, sum varð mánadagin 12. mars kl. 11.00.

Í kalda várveðrinum leitaðu næmingar og lærarar sær út í náttúruna at heilsa tjaldrinum vælkomnum. Og fleiri høvdu eisini tikið sær tíð til at vera við til løtuna. 

Hilmar Højgaard, næmingur, bjóðaði øllum vælkomin. Eftir at hava sungið nakrar góðar vársangir, helt Hanus Højgaard, formaður í næmingaráðnum, grækarismessurøðu, sum næmingarnir 8. flokki høvdu skrivað. Hann segði m.a., at á grækarismessu siga vit, at tjøldrini, okkara tjóðfuglur, kemur aftur til Føroya úr fjarskotnum londum.

Víðari helt hann fyri, at tá veturin fer og ljósið kemur, tá lýsnar sál og sinn okkara, og vit gleða okkum til summarið sum kemur.

Hanus vísti eisini á, at tá várið kemur, koma teir vøkru litirnir aftur. T.d er gult ein litur, sum ein sær nógv um várið, og gult merkir eydna, gleði, sólskin, vón og summar. Ein annar litur, ið vit síggja nógv um várið, er grønt. Sjálvt um vit ikki síggja so nógv grønt júst nú, so verður tað meira grønligt og frískt sum várið líður. Grønt merkir náttúra, heilsa og tryggleiki, ið eisini er umboðandi fyri várið og summarið.

Grækarismessuhaldið endaði við, at Hanus Højgaard takkaði øllum, ið vóru møtt upp til haldið. 

Myndir frá grækarismessuhaldinum síggjast her!