Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

11/04/2018

Listaleypurin á vitjan í Tofta skúla

Týsdagin 10. apríl høvdu næmingarnir í 4.-7. flokki vitjan av Listaleypinum. Tað vóru Dánjal á Neystabø og bólkur hansara, sum vóru og høvdu konsert í skúlanum.

7. flokkur hevði arbeitt við tónleikinum hjá Dánjali og bólki áðrenn vitjanina, og tað úrslitið, videoupptøkur og plansjur, varð nýtt í sjálvari framførsluni hjá teimum. Meðan teir sungu, sóu vit film hjá 7. flokki á stórskíggja, og plansjurnar vórðu sendar millum áhoyrararnar.

Bólkurin er samansettur av fólki úr Føroyum, Danmark, Noregi og Finlandi, og teir spæla øll møgulig ljóðføri.

Hetta var ein framúr livandi konsert. Næmingarnir vóru sera áhugaðir og livdu seg inn í framførsluna, sum bæði var orkumikil, stuttlig og kensluborin. Dánjal segði frá um sangirnar, áðrenn teir spældu teir, og teir dugdu sera væl at fáa áhoyrararnar við í framførsluna.

Ein sera góð konsert, sum næmingar og lærarar fara at minnast afturá við gleði.

Fleiri myndir frá konsertini síggjast her!