Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

03/06/2018

Síðsti skúladagur hjá 10. flokki í Tofta skúla

Í góðveðrinum fríggjadagin 1. juni var síðsti skúladagur hjá 10. flokki. Í hesum sambandi skipaði 10. flokkur fyri ymiskum tiltøkum fyri næmingar, lærarar og námsfrøðiligar stuðlar.

Eins og undanfarin ár, byrjaði dagurin við at 10. flokkur bjóðaði lærarum og námsfrøðilugum stuðlum morgunmat, síðan skipaðu næmingarnir morgunsangin á sín hátt.

Tá ið morgunsangurin var liðugur, fóru allir næmingarnir inn í høllina at hita upp, áðrenn teir fóru niðan á Svangaskarð til eina fjølbroytta og stuttliga postagongd ella postarenning. Millum avbjóðingarnar á postunum kunnu nevnast posarenning, straffikpping, at minnast lutir, sum vóru goymdir undir einum klæði, boðrenning og ikki minst  togtogan. Næmingarnir hugnaðu sær óført.

Tá postarenningin var liðug, fingu øll grillaðar pylsur og sunkist, sum lærararnir hjálptu næmingunum í 10.flokki at grilla.

Dagurin endaði við tí altíð undirhaldandi og spennandi fótbóltsdystinum millum lærarar og 10. floks næmingar. Dysturin í ár var einki undantak, spenningurin og undirhaldið var í hæddini allan dystin á tamb. Í fleiri ár hevur fótbóldsdysturin verið rættiliga javnur, so var eisini í ár. Aftur í ár vóru  næmingarnir við yvirlutan og vunnu dystin við 4 málum ímóti 3.

Fleiri myndir síggjast her!