Gloymd klæði
Fráboðan um lús
Gleðiligar páskir
Grækarismessuhald í Geilini á Toftum
Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra
Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla
Spæliliðið fingið heiðursprógv handað
Aftaná morgunsangin mánadagin 25. juni fingu Andras, Aron, Inger Elisabeth og Emma, næmingar í 7. flokki heiðursprógv handað av Duritu Jacobsen, skúlastjóra.
Spæliliðið eru næmingar í 7. flokki, sum undir skipaðum umstøðum standa fyri at spæla saman við yngru næmingunum í fríløtunum.
Endamálið við Spæliliðinum er at fáa næmingar at røra seg meir og verða kropsliga virknar. Dentur verður lagdur á at fáa teir yngru næmingarnar at spæla í fríløtunum. Spæliliðið er á henda hátt við til at skapa lív í skúlagarðinum – bæði kropsliga og sosialt.
Næmingarnir í 7. flokki hava verið á skeiði, har teir hava lært, hvussu teir skulu standa fyri uppgávuni á Spæliliðnum at fáa yngru næmingarnar virknar.
Ein lærari virkar sum akkersfólk, so næmingarnir á Spæliliðnum hava onkran at venda sær til.
Tað eru SSP og AKT-vegleiðarar, sum standa saman um Spæliliðið.