Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

25/06/2018

Prógvhandan í Tofta skúla

Hóskvøldið 21. juni kl. 18.00 var prógvhandan í Tofta skúla. Tá fingu 11 næmingarnir í 10. flokki og 3 næmingar í 9. flokki prógv handað. 

Avvarðandi vóru komin saman á hesum stóra hátíðardegi, nú fólkaskúlin var liðugur hjá næmingunum. 

Durita Jakobsen, skúlastjóri, flutti fram røðu og handaði næmingunum prógvini. Eisini flokslærararnir heilsaðu næmingunum við ynskjum um ein ljósa framtíð, nú næmingarnir skuldu taka við nýggjum avbjóðingum.

Næmingaframførslur vóru eisini á skránni. Fyrst sang eitt gentukór undir leiðslu av Mikael Jóhan Heinesen, lærara, og síðani spældu Andrea Højgaard, lærari, á klaver saman við Ester Hansen, ið spældi á tvørfloytu.

Eisini næmingar og foreldur bóru fram heilsanir, og takkaðu fyri tíðina í Tofta skúla.

Fleiri myndir frá prógvhandnini síggjast her!