Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

16/08/2018

Fyrsti skúladagur hjá 23 næmingum í Tofta skúla

Hósdagin 16. august kl. 11.00 var fyrsti skúladagur hjá 23 glaðum og spentum børnum í Tofta skúla, 8 gentum og 15 dreingjum 

Skúladagurin byrjaði í Miðstovu skúlans, har Durita Jakobsen, skúlastjóri, bjóðaði næmingum og foreldrum vælkomin. Síðani tók hon í hondina á børnunum, og vísti teimum á, hvar ið tey koma at standa, tá dagurin byrjar um morgunin við morgunsangi.

Í stuttari heilsan til foreldur og børn, vísti Durita m.a. á, at tað at ganga í skúla, setur krøv til børnini og tey vaksnu, um at møta upp til tíðina um morgunin og annars at gera tað, sum tey skulu í skúlanum.

Somuleiðis vísti Durita á, at tað er umráðandi at børnini verða stuðlaði heima, fáa góðan svøvn, og soleiðis eru mett og væl hvíld at koma í skúla.

Áðrenn farið varð upp í flokshølið hjá næmingunum, varð ein felags mynd tikin av flokkinum í Miðstovuni.

Síðani fóru øll upp í flokshølið hjá 1. flokki, har flokslærarin, Áki Dyssegaard og Lív Magnussen, lærari, tóku ímóti.

Í flokshølinum, greiddu Áki og Lív frá teirra ætlanum, tímatalvuni og teimum skipanum, ið eru galdandi fyri skúlan, og vístu eisini á vikuætlanina á heimasíðu skúlans og mjólkaskipanina.

Eisini fingu børnini fleiri vakrar og spennandi skúlabøkur, sum tey vóru ógvuliga hugtikin av.

Fleiri myndir síggjast her!