Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

11/10/2018

Góður renningardagur í Tofta skúla

Hóast veðrið seinastu vikurnar hevur verið sera óstøðugt við nógvum avfalli og vindi, so valdu vit í Tofta skúla at gjøgnumføra árligu skúlarenningina mikudagin 10. okt., og hetta eydnaðist væl. Vit  gjøgnumførdu skúlarenningina í lítlum ella ongum vindi, og tað komu bert nakrir fáir dropar av himli.

Næmingarnir møttu til morgunsang kl. 8.00 og síðani varð farið inn í høllina til eina felagsupphiting, sum næmingarnir í 10. flokki skipaðu fyri.

Í ár valdu vit at renna út eftir Agninum, eystur eftir mylluvegnum og aftur á skúlan. Hetta komst av, at arbeiðið uppá  Eysturoyartunnilin inni í Rókini kundi vera til ampa fyri skúlarenningina, og tí var ikki ráðiligt at renna runt Agnið, sum tað hevur verið vanligt undafarin ár.

Í ár runnu teir flestu næmingarnir 12,8 km, sum var heilt eystur til ta eystastu mylluna og aftur á skúlan í einum ógvuliga náttúruvøkrum umráði, meðan aðrir næmingar runnu ein styttri tein,  ið var 10,7 km langur.

Tá næmingarnir vóru lidnir at renna, fingu teir høvi til at hvíla seg, meðan teir fingu okkurt leskiligt at eta og drekka.

Dagurin endaði við, at næmingarnir í 10. flokki og lærararnir spældu ein flogbóltsdyst ímóti hvørjum øðrum, meðan allir hinir næmingarnir heppaðu á leikararnar.

Fleiri myndir síggjast her!