Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

02/03/2019

Skúlin við Løkin Føroyameistarar 2019 í íverksetan

Fríggjadagin 1. mars var stórt tiltak í Norðurlandahúsinum, har framhaldsdeildir í Føroyum kappaðust um heiðurin sum besta íverksetanar fyritøka.

Runavíkar kommunskúli hevði tveir bólkar við í kappingini, og ein av hesum bólkum streyk avstað við heiðurinum sum besta íverksetanar hugskot.

Vinnandi fyritøkan gjørdist Sulaglu við Ingu, Jóhannes, Randi og Jónfríð. Tey høvdu eina fyritøku sum skuldi gera eina app, sum kundi skanna matvørur og fortelja fólki, um vøran innihelt sukur, laktosu ella gluten. 

Hugskotið kom frá einum túri at keypa blandabomm.

Tey kendu ein sum skuldi keypa blandabomm, og sum stóð í ein ½ tíma og royndi at finna út av hvørji bomm hann toldi. Við teirra app, hevði hann kunna skanna vøruna skjótt og sæð um vøran var glutenfrí ella ikki.

Dómsnevndin metti at hendan fyritøkan og hugskotið var besta framløga og hugskot á degnum.

Vit í Tofta skúla ynskja tykkum til lukku við sigrinum.

 

Kelda: rks.fo