Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

04/03/2019

Føstulávintshaldið í Tofta skúla

Mánadagin 4. mars høvdu vit føstulávintshald í skúlanum. Dagurin byrjaði við morgunsangi, síðan fóru næmingarnir at prýða seg til føstulávintshaldið.

Tá ið klokkan nærkaðist 9, fóru flokkarnir at sláa tunnu. Næmingarnir í 1. og 2. flokki slóu eina tunnu, 3., 4. og 5. flokki eina, 6. og 7. flokki eina og næmingarnir í framhaldsdeildin eina tunnu. Tá ið kattakongarnir vóru funnir, samlaðust øll í Miðhøllini, har farið var upp á gólv.

Í vikunum frammanundan føstulávint hevur hvør flokkur vant sítt kvæði ella vísu. Eisini hava vit havt vitjan av limum úr Eysturoyar Dansifelag, sum hava vant saman við okkum. Mánadagin varð tí kvøðið og dansað, so tað rungaði eftir í øllum skúlanum.

Í fleiri ár hevur tað verið afturvendandi, at vit hava boðið foreldrum, ommum og abbum at luttaka við í dansinum, soleiðis var eisini í ár, og tað vóru fleiri vaksin, ið høvdu sett tíð av og møttu upp til føstulávintsdansin.

Dagurin endaði við, at børnini fingu føstulávintsbollar og sunkist, meðan tey vaksnu fingu ein góðan drekkamunn.

Kvøði varð:
Sigmundskvæði yngra

Kall og Svein ungi

Nú liggur ein kavafonn tindi á

Brestiskvæði

Veturin kom við kulda og kava

Burtur á heiði

Nykursvísa

Stat op Santa Simeon

Ormurin langi

 Flóvin Bænakiktson

Bjerget ligger langt ud i skoven

 

Fleiri myndir síggjast her!