Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

19/09/2018

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 05.september 2018

Skúlastýrisfundur 05.09.2018 
 
Skrá : 
Gerðabókin 
Frá skúlanum 
Frá forkvinnuni: komandi tiltøk, fíggjarætlan 
Ymiskt 


Gerðabókin: Eingin viðmerking 
Frá skúlanum: Vit hava fingið tilboð og uppskot um at skelta skúlan. Uppskot og tilboð um at skelta skúlan verður sent kommununi í morgin til støðutakan. Skúlastýrið hevur fingið tilboð upp á nevndarnet til skúlastýrið. Skúlastýrislimir kanna møguleikar fyri hvørjir møguleikar eru til fundarnet. 
Gongd er í málinum, við at byrja tilgongd við at skilja ruskið í Tofta skúla. Tað verður tikið hol á hetta prátið á næsta NFF fundi, ið verður í næstu viku. Setanarnevndin setti herfyri í starv lærara fyri lærara, ið er farin í barnsburðarfarloyvi. Vit eru pr. 01.sept. Skrásett við 207 næmingum í Tofta skúla. Tofta skúli, ‘80 bygningurin verður í hesum døgum klæddur og útbygdur undir jørð. Tískil er stórt byggivirksemi og skúlagarðurin er nógv minni enn vanligt. Vit royna at avlasta við at næmingar sleppa inn í høllina upp á skift í fríkorterum. Vit eru byrja, sum ein roynd, at allir lærara eru á skúlanum hvønn mikudag frá kl 14:40-16:00 har ið vit hava ymiskt fundarvirksemi, tað veri seg fund í námsfrøðiliga ráðnum, ráðlegging, skúlamenning o.s.frv. Vit skulu eftirmeta skipanina við skúlaársenda. Vit hava fingið 30 cromebooks og eitt skáp til teldurnar.  
Frá forkvinnuni: 
Komandi tiltøk: læraradagur í Tofta skúla 5.oktober. Tað vil skúlastýrið fegin skipa fyri aftur í ár. Vit skulu hugsa um, at stuðlar eisini skulu hava okkurt smáting eins og lærarar. AáR tosar við samskiparan hjá foreldraumboðunum, soleiðis, at foreldraumboðini skipa fyri tí. Skúlatýrið bjóðar starvsfólkum morgunmat og teir eldru næmingarnir ansa eftir teimum yngru næmingunum. Prát, um vit skulu hava eitt innslag. Ymisk uppskot vóru frammi. Vit hava ein fund áðrenn læraradagin. Felags foreldrafundur skal vera fyrst í November og skúlastýrið skal kalla inn. Ársfrágreiðingin skal leggjast fram og so skulu vit hava ein fyrilestur. Tað skal kunnast um byggivirksemi viðv. ‘80 bygninginum og útiøkinum. Ymisk uppskot vóru frammi um fyrilestrarhaldara. Forkvinnan biður fyrilestrarhaldara. 
Fíggjarætlan: verður tikið upp á næsta fundi. NK skal hava tilfarið uml. ½ okt.  
Ymiskt:Viðv. útiøkinum so kunnu vit senda fyrispurning um hvussu landið liggur viðv. hesum, men tað verður nokk ikki gjørt nakað beint nú, ímeðan byggingin fer fram. Bláa linjan skal málast aftur.  


Fundur lokin kl 21:14  
Ikki á fundi Niclas