Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

07/05/2019

Genturnar í 8. flokki FM-vinnarar í skúlafótbólti

Hósdagin 2. mai var stóri finaludagurin í FM-skúlafótbólti suðuri í Marghøllini í Vági, har fleiri enn 700 børn og ung vóru komin at spæla finaluna í skúlafótbólti 2018/2019.

Øll liðini marsjeraðu inn í Marghøllina í aldursrøð og stillaðu upp til byrjunarhátíðarhaldið. Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu, bjóðaði vælkomin og síðani sang Ingi Poulsen nakrar sangir, áðrenn finalurnar byrjaðu.

Úr Tofta skúla luttóku dreingirnir í 7.flokki og genturnar í 8. flokki á finaludegnum, og ikki kann sigast annað, enn úrslitið var gott. Genturnar kláraðu seg sera væl, og gjørdust FM-vinnarar fyri gentur í 8.flokki. Hetta var í einum sera spennandi finaludysti, ið varð avgjørdur eftir brotsspørk.

Vit ynskja gentunum hjartaliga til lukku við FM-heitinum í skúlafótbólti 2019.