Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

12/10/2019

Væleydnaður renningardagur í Tofta skúla

Fríggjadagin 11. okt., dagin undan heystfrítíðina, varð skipað fyri árligu skúlarenningini.

Hóast veðrið als ikki hevði verið til vildar seinastu tíðina, so var tó ein skái í fríggjamorgunin, so at vit fingu gjøgnumført skúlarenningina eftir ætlan.

Tað vóru væl hýrdir næmingar, og fleiri foreldur, sum møttu upp til skúlarenningina. Dagurin byrjaði við morgunsangi kl. 8.00 og síðani varð farið inn í høllina til eina felagsupphiting, sum næmingarnir í 10. flokki skipaðu fyri.

Eins og síðsta ár runnu vit út eftir Agninum, eystur eftir mylluvegnum og aftur á skúlan. Hetta komst av, at arbeiðið uppá  Eysturoyartunnilin inni í Rókini er til  ampa fyri skúlarenningina, og tí var ikki ráðiligt at renna runt Agnið, sum tað hevur verið vanligt undafarin ár.

Í ár runnu teir flestu næmingarnir 10 km, sum var eystur til Nesvatn og aftur á skúlan í einum ógvuliga náttúruvøkrum umráði. Tó vóru tað nakrir næmingar, sum ynsktu at renna longur, og hetta fingu teir loyvi til.

Tá næmingarnir vóru lidnir at renna, fingu teir høvi til at hvíla seg, meðan teir fingu okkurt leskiligt at eta og drekka.

Dagurin endaði við, at næmingarnir í 9. og 10. flokki og lærararnir spældu ein flogbóltsdyst ímóti hvørjum øðrum, meðan allir hinir næmingarnir heppaðu á leikararnar.

Fleiri myndir síggjast her!