Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 02. okt. 2019
Skúlastýrisfundur 02.10.2019
Skrá:
Frá skúlanum:
Fíggjarætlan fyri Tofta skúla
Frá forkvinnuni:
Læraradagur 2019
Felags foreldrafundur
Myndatøka til ymisk tiltøk á skúlanum
Viðmerkingar til Gerðabókina. Durita hevur ikki kallað inn eykaumboð fyri HA. Tað skal vera gjørt til næsta fund.
Frá skúlanum: Tofta skúli fær góð skoðsmál frá teimum tónleikalærarum, sum undirvíska í musikkskúlanum. Tey halda, at tað kennist sum tað er ein góður og jaligur andi á skúlanum. Internetferðin á skúlanum er nú hækkað. Tað eru alt ov nógvir næmingar, ið møta ov seint um morgnarnar. Vit mugu taka hetta í álvar og tala til foreldrini um at fáa tað í rættlag, so næmingarnir møta til tíðina. Prát var um vit mugu hava hjálp frá foreldraumboðum til hetta. Flestu flokkara hava havt foreldrafund, og teir seinastu verða beint eftir heystferiuna. Viðmerking um, at tað er gott hjá foreldrum, at allir lærarar hjá flokkum møta upp til foreldrafundir, so tey fáa heilsa uppá hvønn annan. Arbeitt verður víðari við at skilja reint papír frá hinum ruskinum. Helst mugu byngjur og spannir keypast inn til endamálið. Somuleiðis skal skúlin leggja seg eftir ikki at prenta/brúka óneyðuga nógv pappír.
Fíggjarætlan fyri TS: TS biðir um kr. 700.000,- til blokkin og kr. 200.000,- til KT útbúnað.
Frá forkvinnuni: Skúlastýrisfundur verður aftur 06. nov.
Læraradagur 2019: Skúlastýrið vil bera eina heilsan fram fyri lærarar og stuðlar og takka fyri tað góða arbeiði, ið verður gjørt til dagligt. Skúlastýrislimir hjálpa til við at gera klárt til dagin.
Felags foreldrafundur: Árligi felags foreldrafundurin, sum skúlastýrið skipar fyri verður 12.nov. Finnast skal ein fyrilestrarhaldari. Skúlastýrislimur arbeiðir við hesum.
Myndatøka til ymisk tiltøk á skúlanum: Punktið verður tikið upp aftur á næsta fundi
Fundur lokin kl 21:20
Ikki á fundi: HA, HJ, HH