Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

28/11/2019

Jólini í Tofta skúla

Mikudagin 18. des. verður árliga jólahaldið hjá næmingunum í Tofta skúla. Vit møta kl. 8.00, og skúlin er liðugur uml. kl. 11.30. Til jólahaldið framføra næmingarnir ymiskt, m.a. fer 6. flokkur at ganga Lucia og 7. flokkur at framføra ein leik. 


Mikukvøldið 18.des. kl. 19 verður jólahaldið í fimleikarhøllini, har foreldur og systkin eru vælkomin. Tá verða eisini ymiskar framførslur á skránni, og tí heita vit á foreldur um at hava børnini sitandi hjá sær, meðan jólahaldið er, so tey sum framføra fáa frið til tað. Samstundis heita vit á fólk um at vísa umhugsni og virðing um tey ynskja at taka onkra mynd undir jólahaldinum í høllini. 


Hósdagin 19. des. er jólahugni á skránni. Tá hugna næmingar sær saman í sínum flokki. Allir næmingar møta kl 8.00, og skúladagurin er liðugur kl 10.30.


Fríggjadagin 20. des. verður farið í kirkju kl. 9.00 Um tað liggur fyri, eru foreldur, systkin og onnur hjartaliga vælkomin í kirkju saman við næmingunum. Kirkjugongdin tekur uml. ein tíma. Tá ið tað er liðugt, er jólafrí og vit ynskja øllum eini gleðilig og signað jól. Farið verður aftur í skula mánadagin 6. januar 2020 til vanligar tíðir