Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

21/12/2019

Skúlin jólagudstænastu í Fríðrikskirkjuni

Aftur í ár skipaði Tofta skúli fyri jólagudstænastu í Fríðrikskirkjuni. Henda gudstænastan var fríggjadagin 20. des. kl. 09.00.

Umframt teir góðu gomlu jólasálmarnar, jólaevangeliið, inn- og útgangsbønirnar, vóru eisini fleiri fjølbroytt innsløg við sangi og tónleiki, sum næmingar framførdu.

Miðskeiðis í gudstænastuni hevði Ovi Brim, prestur, m.a. eina talu um stjørnuna, sum vísti vísmonnunum á Jesus-barnið í krubbuni.

1., 2. og 3. flokkur sungu tveir sangir, og 4. og 5. flokkur ein. Eitt stórt næmingaorkestur spældi undir til sálmin ”Gleðilig jól”, og spældi eisini postludium.

Preludium spældi Hanus Højgaard, næmingur, og somuleiðis spældi hann eisini undir tveir sálmar á urguni í kirkjuni. Eisini spældi Mikael Jóhan Heinesen, lærari og urguleikari, á urguna.

Næmingarnir í 10. flokki tóku sær av at lesa jólaevangeliið, inn- og útgangsbønina.

Umframt næmingar og lærarar, vóru tað nógv onnur, sum eisini høvdu leitað sær í kirkjuna, fyri at vera við til skúlagudstænastuna, ið skúlin á hvørjum ári skipar fyri.

Fleiri myndir frá skúlagudstænastuni síggjast her!