Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

12/06/2020

Lærarastarv í Tofta skúla

Vegna barnsburðarfarloyvi verður søkt eftir lærara til Tofta skúla frá 14.sept og restina av skúlaárinum 2020/21.

 

Skúlanum tørvar lærara, ið kann átaka sær flokslæraraarbeiði og at undirvísa í:

·         Føroyskum, ítrótti, kristni og evning í 1.flokki 

·         Ítrótti og heimstaðarlæru í 2.flokki

·         Donskum í 3.flokki

·         Handaligum lærugreinum í miðdeild

·         Stuðulstímar

 

 Vit vænta at tú:

·         ert fyrikomandi, umhyggin, álítandi og dugir at samstarva

·         vil taka á teg tær uppgávur sum eru í skúlanum

·         í tøttum samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vil vera við til áhaldandi at menna skúlan

 

Førleikakrøv:

Útbúgvin sum fólkaskúlalærari. Ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum.

 

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan. 

Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

 

Umsóknir:

Umsóknir við c.v. og avriti av prógvum skulu sendast til: durita.jakobsen@skulin.fo og vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjaddagin 26.juni kl. 12.00.

 

Nærri fæst at vita um størvini frá Duritu Jakobsen, skúlastjóra á tlf. 565050

_____________________________________________________________________

Tofta skúli hevur komandi skúlaár 218 næmingar í 1. – 10.fl.

Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.toftaskuli.fo