Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

18/06/2020

Spæliliðið fekk heiðursprógv handað

Aftaná morgunsangin fríggjadagin 18.juni, sum varð hildin úti í hesum Korona tíðum, fingu Jenny, Marta, Adrian og Dánjal, næmingar í 7. flokki heiðursprógv handað av Duritu Jakobsen, skúlastjóra.

Spæliliðið eru næmingar í 7. flokki, sum undir skipaðum umstøðum standa fyri at spæla saman við yngru næmingunum í fríløtunum.

Endamálið við Spæliliðnum er at fáa næmingar at røra seg meir og verða kropsliga virknar. Dentur verður lagdur á at fáa teir yngru næmingarnar at spæla í fríløtunum. Spæliliðið er á henda hátt við til at skapa lív í skúlagarðinum – bæði kropsliga og sosialt.

Næmingarnir í 7. flokki hava verið á skeiði, har teir hava lært, hvussu teir skulu standa fyri uppgávuni á Spæliliðnum at fáa yngru næmingarnar virknar.

Ein lærari virkar sum akkersfólk, so næmingarnir á Spæliliðnum hava onkran at venda sær til.

Tað er AKT-lærarin, sum serliga tekur sær av Spæliliðnum.