03/11/2020

Hevur tú valrætt til skúlastýrisvalið?

Góðu foreldur/avvarðandi at næmingum í Tofta skúla. Tann 10. november 2020 verður skúlastýrisval og tá skulu umboð veljast í skúlastýrið fyri Tofta skúla í eitt fýra ára skeið. Øll heim, sum hava børn í Tofta skúla hava fingið ein faldara, ið greiðir frá skúlastýrisvalinum.

Sambært kunngerð nr. 86 um at velja foreldraumboð í skúlastýri hevur hvør tann valrætt, sum hevur foreldramyndugleikan yvir barni, sum er skrivað inn í skúlan og eingin kann velja til skúlastýrisvalið, um tey ikki eru á vallistanum.

Bert tey foreldur/avvarðandi, sum standa skrásett hjá Fólkayvirlitinum at hava foreldramyndugleika yvir næmingi í Tofta skúla verða tískil skrásett á vallistanum og tað eru bert tey, sum hava valrætt. Vallistin liggur frammi á skrivstovu skúlans.

Um tað er okkurt hesum viðvíkjandi, ið tit eru í iva um, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við skúlan á tlf. 447332 ímillum kl 08 - 12 

Vegna Tofta skúla