Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

01/09/2021

Væleydnað skúlaútferð

Vanligt hevur verið, at ein av síðstu skúladøgunum í skúlaárinum, verður skipað fyri felags útferð fyri næmingar og starvsfólk skúlans. Hetta var eisini ætlanin skúlaárið 2020/2021, men sjálvt um veðrið hevur verið av tí allarbesta alt summarið, so lá nakað av skaddu niðuryvir fjallatopparnar í nærumhvørvinum, tær síðstu vikurnar av seinasta skúlaári, og tí varð avgjørt, at skipa fyri útferð í byrjanini av hesum skúlaárinum.

Í fagrasta summarveðri fóru allir næmingar og starvsfólk við bussi av Toftum niðan á Hústoft, sum er omanfyri Lamba. Haðani gingu vit øll eftir tí aldargomlu bygdagøtuni millum Lamba og Rituvík.

Nakað miðskeiðis komu vit til eitt gamalt gróthús, har vit settu okkum niður at hvíla og eta matpakka. Síðani gingu vit víðari til vit sóu niður yvir Rituvík. Klárt var, og tí sera vakurt at síggja náttúruna runt sjónarringin.

Tá vit komu oman til Rituvíkar varð farið á spæliplássið í bygdini, sum er sera væl útgjørt, har allir næmingarnir spældu og hugnaðu sær saman, til farið varð aftur við bussi heim á Toftir.

Ein sera væleydnað útferð, sum øll vóru glað fyri.

Fleiri myndir síggjast her!