Seinastu tíðindi

18/01/2022

Listaleypurin á vitjan í Tofta skúla

18/01/2022

Innskriving av mæmingum í 1. flokk

21/12/2021

Gleðilig jól og gott nýggjár

19/12/2021

Øðrvísi jólagudstænasta hjá Tofta skúla

14/12/2021

Morgunsangur í jólamánaðinum

10/12/2021

Skúlagongd fram til jóla

19/12/2021

Øðrvísi jólagudstænasta hjá Tofta skúla

Mánamorgunin 20.des. kl. 11.00 skipar Tofta skúli fyri árligu jólagudstænastuni í Fríðrikskirkjuni. Vegna koronutilmælini verður jólagudsstænastan í ár øðrvísi enn undanfarin ár.

Í ár verður ikki møguligt at møta upp í Fríðrikskirkjuni til jólagudstænastuna hjá skúlanum, men leiðslan í skúlanum, saman við Ova Brim, presti, hava tikið avgerð um at stroyma gudstænastuna umvegis netið.

Gudstænastn verður tó ikki heilt uttan næmingar. Umframt Ova Brim, prest, fara næmingar at framføra pre- og postiludium. Somuleiðis lesa næmingar inn- og útgangsbønirnar og jólaevangeliið. Okkurt innslag við sangi verður eisini.

Nakrir sálmar, sum eru upptiknir av kringvarpinum, verða eisini at hoyra sum felagssangur.

Vit fylgja við í gudstænastuni, við at fara inn á heimasíðuna youtube.com, síðani søkja vit eftir Fríðrikskirkjan, har leinkjan til jólagudstænastuna er at finna.

Tofta skúli