Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

17/05/2022

Inn komu 63.024,50 kr til stuðulsátakið "Hjálp til Ukraina".

Tofta skúli skipaði týsdagin 3.mai fyri einum sera væleydnaðum stuðulsátaki til frama fyri ”Hjálp til Ukraina”.

Stuðulsátakið varð skipað sum ein stuðulsrenning uppi á rennibreytini á Svangaskarði, hvar ið allir næmingarnir runna ella gingu í ein hálvan tíma.

Fleiri møguleikar vóru at stuðla átakinum. Rættiliga nógv valdu at lata pening, fyri at stuðla næmingunum, sum gingu ella runnu. Onnur komu við reiðum peningi.

Næmingaráðið í Tofta skúla skipaði eisini fyri fløskuinnsavnan og rættilgia nógur peningur kom eisini inn ígjøgnum teirra átak.

Eftir stuðulsrenningina á Svangaskarði, fóru øll oman í Tofta skúla, har allir næmingarnir og skúlabólkurin fingu sunkist og søtmeti, sum Nes kommuna hevði latið til høvið.

Stuðulsátakið endaði við einari almennari hugnaløtu kl.13.00. Á skránni varð nógvur sangur, har næmingar spældu undir á ljóðføri og sungu fyri til felagssangin. Nógv foreldur, ommur, abbar og aðrir næstringar møttu upp til hesa hugnaløtu. Tá sangløtan var liðug, varð boðið til ein góðan kaffimunn. Eisini varð møguligt at keypa smákøkur og heimagjørt súltutoy.

Nú er endaliga gjørt upp, hvussu nógv kom inn til stuðulsátakið ”Hjálp til Ukraina”. Inn komu 63.024,50 krónur.

Eftir morgunsangin í Tofta skúla í morgun, varð kekkurin handaður Reyða Krossi Føroya. Tað var Jónas Thomsen, formaður í næmingaráðnum, sum handaði kekkin vegna Tofta skúla.

Kristianna W. Poulsen, sum umboðaði Reyða Kross Føroya, takkaði hjartaliga fyri stuðulin og minti á, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit øll standa saman og vilja hjálpa í neyðstøðu.

Tofta skúli takkar enn einaferð fyri dyggan stuðul.

Fleiri myndir síggjast her!