Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

11/06/2014

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 11. juni 2014 kl. 20.00

Skrá:

1. Gerðabókin
2. Frá skúlanum
3. Frá forkvinnuni
4. Taka støðu til skriv um útiøkið
5. Hvussu ynskja vit, at samskifti skal vera við skúlan
5. Ymiskt

1. Gerðabókin góðkend.

2. 13.mai var skeið fyri 8.-10.fl um framløgu; gott skeið, har næmingarnir fingu vegleiðing um, hvussu og hvat merkti eina góða framløgu. 6.juni høvdu vit vitjan av World Harmony Run – sera hugnaligt. Av tí, at ein klaga er komin, hevur NK avgjørt at flyta bláu linjuna á vegnum norðanfyri. Linjan er nú longri suðuri. Hava onki frætt aftur um Landsroyndina. Vit eru ikki byrjaði uppá tíma- og lærugreinabýtið, tí tað enn er so stór óvissa um tímajáttan; vit fara á fund við Runavík í morgin, har vit fara at gera av, hvussu verður við tilboðnum til 8.fl. Hava biðið um tilboð uppá gardinur; tær mugu koma nú, tí lærarar ilskast um, at tað er so ljóst inni, at ikki er hugsningur um at brúka talvurnar. Vit hava avgjørt, at 9. og 10.fl. fara upp í synopsu í føroyskum og donskum; tað verður spennandi at royna henda próvtøkuháttin. AJ sigur frá, at vit hava havt spurningin um juniætlanina á NFF. Niðurstøðan var at heita á skúlastýrið at hjálpa til at fáa positiva umrøðu millum foreldrini um juniætlanina, tí henda tíðin er avgjørt sera góð fyri næmingarnar. Eisini var spurningurin um fartelefon til lærararnar viðgjørdur; nakað av iva um, um tað bert skal vera flokslærarin, ið fær telefon ella allir lærararnir, og hvørjar skyldir fylgja við at fáa eina arbeiðstelefon. Nógv prát um hetta, og samtykt var, at skúlin skuldi gera eina reglugerð fyri fráboðan, so foreldur vita, nær og til hvønn tey skulu venda sær við boðum; eisini bleiv samtykt, at SS sendir eitt skriv til NK við fyrispurningi um eina skipan av telesamskiftinum hjá lærarum.

3. Fundur fyri skúlastýrini var í Oyndarfirði, tíverri var ongin frá okkum.

4. Samtykt at taka undir við uppskotinum til nýtslu av útiøkinum, og senda tað til NK (sí skjal).

5. Skúlin eigur at gera týðuligar leiðreglur fyri samskiftinum millum heim og skúla; hesar leiðreglur skulu síggjast á heimasíðuni og vera vístar við dømum.

6. Skriva bræv til NK um skúlakanningina (sí skjal), har ynski er um, at NK sendir eftirmeting av teimum umráðunum, sum tey skuldu viðgera.

Øll møtt uttan EáT
Fundur lokin kl. 22.00