Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

04/04/2014

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 2. apríl 2014 kl. 20.00

Skrá:

1. Gerðabókin
2. Kunning frá skúlanum
3. Kunning frá forkvinnuni
4. Trivnaðarkanning
5. Hugskot til at gera samstarvið millum heim og skúla betri

1. Gerðabókin góðkend við hesari viðm.: Nørdahjálpin er í skúlanum, har OM tekur sær av undirvísingini.

2. 1., 2. og 3.fl. hava verið til sjónleik í Fuglafirði. 5.fl. spælt sjónleik fyri skúlanum og foreldrum. Prøvalandsroyndin í 4. og 6.fl. riggaði rímuliga væl. Grækarismessuhaldið riggaði væl, formaðurin í næmingaráðnum helt røðuna, og fitt av fólki vóru og lurtaðu. 8.fl. verið hjá RFF til eitt væleydnu tiltak. Sóleyð, stuðulin, er sjúkrameldað, men Guðri, sum arbeiðir í Reiðrinum, er komin fyri hana. Várveitslan verður 10.apr. SLF hevur aðalfund í Tofta skúla 10.apríl. ADHD felagið hevur aðalfund í skúlanum 4.mai. Tríggir praktikantar eru hjá 7.fl í 3 vikur; tær læta væl at og trívast væl á skúlanum. MD aftur til arbeiðis fulla tíð. Kvøldskúlin hevur framsýning 13.apríl, har eisini næmingar í skúlanum framføra sang og tónleik. Nýggjar næmingateldur keyptar, nú eru allar tær teldurnar nýggjar. Tofta skúli og Runavíkar skúli hava ætlan um samstarv við 8.flokki komandi skúlaár; ætlanin er at bjóða næmingunum ymiskar breytir; næmingar og foreldur hava ynskt, at møguleiki skal vera fyri einum meiri spennandi tilboði í framhaldsdeildini. MD verið á skúlavitjan og kongres í Danmark – sera áhugavert.

3. 12.mars var fundur hjá foreldraráðnum. Hampulig uppmøting. Broyting í leiðreglunum góðkend: flokslærarin setur seg í samband við foreldraumboðini um fyrsta fundin í skúlaárinum. Annars greiddu tey frá ymiskum tiltøkum tey høvdu havt. 15.mars var fundur á Løgmannabreyt hjá Heim & Skúla. Bjørn Kalsø, mentamálaráðharri, bjóðaði vælkomin. Forkvinnan í norska Heim & Skúla helt ein fyrilestur, og Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari, greiddi frá kunngerðini fyri skúlastýri. Eisini var bólkaarbeiði. Hampulig uppmøting.

4. Samd um, at tað er ov skjótt at hava eina trivnaðarkanning aftur. Tað er ikki arbeitt nóg bevíst við teimum punktum, sum skuldu betrast. Vit mugu meiri ítøkiligt vísa á, hvat skúlin hevur fingið burtur úr kanningini. Semja um at hava kanning aftur á heysti 2015.

5. JP hugleiddi um samstarvið millum heim og skúla so sum Fólkaskúlalógin lýsir tað. Hvussu fáa vit foreldur eigaraskap av læru/vitan? Ein møguleiki kundi verið, at tá skúlin arbeiðir við trivnaðarætlan, sorgarætlan ella ætlanum, sum eru við til at menna skúlan, so vóru umboð fyri foreldur og næmingar við í arbeiðsbólkinum.

6. Nes kommuna hevur tosað um forskúla, men enn er tað bara leyst prát. AJ sigur, at rokningin fyri telefon hjá lærarunum økist, nú tað mesta samskifti við heimini er um telefonina; kundi onkur skipan verið, har lærarin fær goldið fyri tað, ið brúkt verður til arbeiðis? Prátið vísti, at fleiri hildu hetta vera ein viðkomandi spurning, tí onkuntíð halda foreldur seg aftur at senda sms til læraran. Kundi ein loysn verið, at lærarar fingu talutíðarkort til samskifti, sum hoyrir til skúlan?

Øll møtt.

Fundur lokin kl. 22.00