Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

Mánadagin 12.febr. var sum vanligt skipað fyri føstulávintshaldi í skúlanum. Dagurin byrjaði við morgunsangi, síðan fóru næmingarnir at prýða seg til føstulávintshaldið.

Tá ið klokkan nærkaðist 9, fóru flokkarnir at sláa tunnu. Í høllini vóru tríggjar tunnur, sum næmingarnir í 1.-7.flokki slóu, meðan næmingarnir í 8. og 9.flokki slóu eina tunnu, sum varð hongd upp norðanfyri skúlan.

Tá ið kattakongarnir vóru funnir, samlaðust øll í Miðhøllini, har farið var upp á gólv.

Í vikunum frammanundan føstulávint hevur hvør flokkur vant sítt kvæði ella vísu. Síðsta fríggjadag vitjaði Eysturoyar Dansifelag, sum stuðlaði okkum við føroyska dansinum.

Fastalávintsmánadag varð kvøðið og dansað í Miðhøllini, so tað rungaði eftir í øllum skúlanum.

Eins og undanfarin ár, vóru foreldur, ommur og abbar boðin við til dansin, og ikki kann sigast annað, enn at tað vóru rættiliga nógv vaksin, sum ynsktu at vera við í føstulávintsdansinum.

Dagurin endaði við, at børnini fingu føstulávintsbollar og sunkist, meðan tey vaksnu fingu ein góðan drekkamunn.

Kvøðið varð:
Veturin kom við kulda og kava

Burtur á heiði

Flóvin Bænadiktsson

Eg kendi mær ein ríkmann

Øskudólgur og sópingarkona

Nykursvísa

Nú liggur ein kavafonn tindi á

Stat op Santa Simeon

Grindavísan

 

Fleiri myndir síggjast her!