Seinastu tíðindi

16/10/2024

Tofta skúli stuðlar granskingarverkætlan um kropsrørslu og trivnað

11/10/2024

Skúlarenning í Tofta skúla

10/10/2024

Sangløta í Tofta skúla

07/10/2024

Altjóða læraradagur í Tofta skúla

07/10/2024

FELAGS FORELDRAFUNDUR OG UPPSTILLINGARFUNDUR VERÐUR TÝSKVØLDIÐ 22.OKTOBER KL 19

04/10/2024

Skúlarenning verður fríggjadagin 11. oktober

10/10/2024

Sangløta í Tofta skúla

Hósdagin 10. okt. høvdu vit í Tofta skúla eina felags sangløtu, sum fagnaði heystinum, ið av álvara er komið.

Allir næmingar, lærarar og starvsfólk vóru samlaði niðri í Høllini at syngja sangir og sálmar, sum høvdu eitt ella annað við heystið at gera.

Eisini greiddu næmingar í 3. flokki frá við orðum og myndum, hvat spennandi teir høvdu gjørt í samband við teirra útiskúla, ið er hvønn hósdag. M.a. nevndu næmingarnir, at flokkurin hevði sett niður og tikið upp epli, høvdu verið á seiðabergi og høvdu verið við til fletting eisini.

Næmingar í 7. flokki spældu á ljóðføri til nakrar sangir, og gentur í 5. flokki sungu fyri til allar sangirnar.

Ein spennandi og fjølbroytt sangløta.

 

Sangirnir, ið vit sungu, vóru:

Her stendur fat við pylsum á

Tey vaksnu

Hvørjum eru dreingir av

Á fjalli (vit reka seyðin í rætt)

Heystkanon

Tá eg í fjøru gangi

Guð ger meg til eitt lítið ljós

All night all day

O, tú sum mettar líltan fugl

 

Fleiri myndir frá sangløtuni síggjast her!