Seinastu tíðindi

16/10/2024

Tofta skúli stuðlar granskingarverkætlan um kropsrørslu og trivnað

11/10/2024

Skúlarenning í Tofta skúla

10/10/2024

Sangløta í Tofta skúla

07/10/2024

Altjóða læraradagur í Tofta skúla

07/10/2024

FELAGS FORELDRAFUNDUR OG UPPSTILLINGARFUNDUR VERÐUR TÝSKVØLDIÐ 22.OKTOBER KL 19

04/10/2024

Skúlarenning verður fríggjadagin 11. oktober

11/10/2024

Skúlarenning í Tofta skúla

Hóast tað hevur verið sera kalt heystveður við liggjandi høgætt seinastu vikuna, so fóru næmingar og starvsfólk við góðum treysti undir skúlarenningina fríggjamorgunin 11. okt.

Tað vóru væl hýrdir næmingar, sum møttu upp til skúlarenningina. Dagurin byrjaði við morgunsangi kl. 8.00 og síðani varð farið inn í høllina til eina felagsupphiting, sum næmingarnir í 10. flokki skipaðu fyri.

Allir næmingarnir runnu runt Agnið, sum er umleið 10 km til longdar. Á leiðini stóðu næmingarinr í 10. flokki á ávísum postum og heppaðu á næmingarnar. Næmingarnir vóru sera kreativir, so tað kendist sum ein "gularót" fyri okkum, sum runnu at koma fram til næsta post. Teir heppaðu  á okkum og høvdu góðan tónleik.

Eins og undanfarin ár, hevði Runavíkar Kommuskúli eisini renningardag sama dag sum vit. Næmingarnir í Runavíkar skúla runnu til Rituvíkar og aftur á skúlan í Runavík. Tað kendist gott at møta teimum á leiðini, og samstundis føla kensluna av, at fleiri skúlar runt um í landinum og øllum Norðurlondum leggja dent á, hvussu týdningarmikil skúlarenning og rørsla er fyri okkara heilsu og trivna.

Tá næmingarnir vóru lidnir at renna, fingu teir høvi til at hvíla seg, meðan teir fingu okkurt leskiligt at eta og drekka.

Dagurin endaði við, at næmingarnir í 10. flokki og lærararnir spældu ein flogbóltsdyst ímóti hvørjum øðrum, meðan allir hinir næmingarnir heppaðu á leikararnar. Flogbóltsdysturin endaði við at næmingarnir vunnu á lærarunum við settúrslitinum 2 – 1.

Fleiri myndir síggjast her!