Fráboðan um skrubb
Finala í roknikapping fyri fólkaskúlanæmingar
Grækarissmessuhald úti í Geilini á Toftum
Grækarismessuhald í Tofta skúla
Føstulávintshald í Tofta skúla
Felags sangløta í Tofta skúla
Felags sangløta í Tofta skúla
Fríggjadagin 28. febr. kl. 11.00 var ein felags sangløta í Tofta skúla. Henda sangløta var endin av evnisvikuni, sum hevur verið hesa vikuna.
Sangløtan var fyriskipað í samband við, at vika 9, av Kvf, er lýst at vera ”spæl føroyskt vika”. Til hesa sangløtu varð dentur lagdur á føroyska sang og tónleik.
Eitt av verkstøðunum á evnisvikuni var sangur og tónleikur, og sum undirspæl til fleiri av sangunum, vóru tað næmingar, sum spældu á ymisk ljóðføri. Eisini vóru tað einstakir flokkar, sum framførdu kend løg á sangløtuni.
Sangløtan endaði við, at Kári og Hervør á Torkilsheyggi sungu og spældu sangin ”Yppa øksl”, sum Hervør á Torkilsheyggi eigur orð og lag til. Hesin sangur var í millum tíggju teir mest spældu sangirnar í Kvf í 2024.
Fleiri myndir frá sangløtuni síggjast her!