Seinastu tíðindi

30/03/2025

Fráboðan um skrubb

24/03/2025

Finala í roknikapping fyri fólkaskúlanæmingar

12/03/2025

Grækarissmessuhald úti í Geilini á Toftum

07/03/2025

Grækarismessuhald í Tofta skúla

04/03/2025

Føstulávintshald í Tofta skúla

01/03/2025

Felags sangløta í Tofta skúla

04/03/2025

Føstulávintshald í Tofta skúla

Mánadagin 3. mars var skipað fyri føstulávintshaldi í skúlanum. Dagurin byrjaði við morgunsangi, síðan fóru næmingarnir at prýða seg til føstulávintshaldið.

Tá ið klokkan nærkaðist 9, fóru flokkarnir at sláa tunnu. Í høllini vóru tríggjar tunnur, sum næmingarnir í 1.-7. flokki slóu, meðan næmingarnir í 8. og 9. flokki slóu eina tunnu, sum varð hongd upp norðanfyri skúlan.

Tá ið kattakongarnir vóru funnir, samlaðust øll í Miðhøllini, har farið var upp á gólv. Við góðari hjálp frá limum í Eysturoyar dansifelag varð kvøðið, so at tað rungaði eftir í øllum skúlanum.

Eins og undanfarin ár, vóru foreldur, ommur og abbar boðin við til dansin, og nógv vóru tey, sum ynsktu at vera við til føstulávintsdansin.

Dagurin endaði við, at børnini fingu føstulávintsbollar og sunkist í teirra flokshølum, meðan tey vaksnu fingu ein góðan drekkamunn.

Kvøðið varð:
Brestiskvæðið

So vakrar moyggjar

Stat op Santa Simeon

Ólavur Riddararós

Øskudólgur og sópingarkona

Nykursvísa

Flóvin Bænadiktsson

Hørpuríma

Veturin kom við kulda og kava

Nú liggur ein kavafonn tindi á

Sinklars vísa

Hvørjum man tykja vakurt hjá sær

Burtur á heiði

 

Fleiri myndir síggjast her!