Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

06/02/2013

Fundarfrásøgn frá skúlastýrisfundi 6. febr. 2013 kl. 19.30

Skrá:
1. Næmingaráðið leggur fram
2. Gerðabókin
3. Frá skúlanum
4. Svar til spurnarblað frá Heim og skúla
5. Val av arbeiðsøkjum frá skúlakanningini
6. Ymiskt

1. Næmingaráðið legði fram møguleikan um at hava matdagar á skúlanum. Tey høvdu kannað, hvat ber til at gera. Tilboðið ljóðar uppá 3 dagar um vikuna, har veljast kann millum 4 ymiskar møguleikar frá 18 – 25 kr. pr. dag. Eisini er møguleiki fyri at velja frukt. Skúlastýrið samt um at arbeiða víðari við uppskotinum. Eisini skal tað leggjast fyri foreldraráðið, og so takast upp aftur á skúlastýrisfundi, áðrenn farið verður víðari til NK við uppskotinum.

2. Gerðabókin góðkend.

3. Innskriving til 1.fl. hevur verið, og vóru tað 17 næm. So komandi skúlaár fara vit helst niður um aftur 200, tí fleiri næm. fara út enn teir, ið koma inn. Fastalávintshaldið var gott, har ein rúgva av foreldrum o.ø. vóru við til dansin og kaffi og bollar – sera hugnaligt. Verkætlanin “jul til jul” er farin í gongd; Lív hevur verið í Barnagarðinum, og dámar henni væl.

4. AN gjøgnumgekk svarið til Heim og skúla; samtykt við smáum broytingum.

5. Samtykt at velja: Mat á skúlanum – Útiøki – Atferðarreglur/Meginreglur.

6. JL spyr, um skúlin er deildur í deildir, nei, ikki enn, men tað verður arbeitt við tí. JP hevur fingið fyrispurning frá fleiri foreldrum um, hvønn politikk skúlin hevur við at vísa filmar. Starvsfólkaumboðið kannar tað. Ymisk uppskot um heiti til verkætlanina “jul til jul”; verður tikið upp aftur.

Fundur lokin kl. 22.30.

Øll møtt.