Seinastu tíðindi

12/04/2024

Gloymd klæði

04/04/2024

Fráboðan um lús

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

21/11/2017

Fráfaringardagur hjá Maritu Dalsgaard, skúlastjóra

Mánadagin 20. november var ein serligur dagur í Tofta skúla. Marita Dalsgaard, sum hevur verið skúlastjóri seinastu 20 árini, hevði sín síðsta arbeiðsdag. Í tí sambandi vóru tvær løtur í skúlanum.

Klokkan 12.30 skipaði næmingaráðið fyri einari sangløtu fyri allar næmingar í skúlanum. Marita hevði valt nakrar sangir, sum henni dámar. Næmingaráðið helt talu fyri næmingarnar og Annelisa Rasmusssen helt talu fyri lærararnar. Húsorkestrið, sum er sett saman av fleiri næmingum, sum fáa undirvísing í musikskúlanum, spældi undir til tveir felagssangir. Eisini vóru aðrar góðar framførslur.

Næmingarnir fingu høvi at siga farvæl við Maritu, og fleiri flokkar góvu henni gávur. Aftaná fingu øll skuffukaku og sunkist. Hetta var ein sera hugnalig løta.

Klokkan trý var almenn móttøka, sum Nes kommuna, Tofta skúli og skúlastýrið skipaðu fyri. Miðhøllin var sera vakurt pyntað, og sera leskiligur matur var at fáa.

Nógv fólk nýttu høvi at heilsa upp á Maritu henda dagin, bæði familja, starvsfelagar, næmingar, foreldur, umboð fyri kommununa, skúlaleiðarar og nógv onnur. Fleiri hildu røður og takkaðu fyri gott samstarv á nógvum ymiskum økjum. Eisini henda løtan var merkt av tónleiki. Bæði næmingar og lærarar í musikskúlanum framførdu. Eisini sungu gentur úr 8. og 9. flokki.

Í stuttum kann sigast, at tey, sum bóru heilsanir fram til móttøkuna søgdu, at Marita hevur verið ein blíður, fevnandi, rættvísur, framsøkin og ábyrgdarfullur skúlastjóri.

Vit ynskja Maritu góðan byr í framtíðini og ynskja Guds signing yvir hana og øll hennara. Takk fyri tíðina.

Fleiri myndir síggjast her!