Seinastu tíðindi

22/03/2024

Gleðiligar páskir

12/03/2024

Grækarismessuhald í Geilini á Toftum

11/03/2024

Sjónleikur í Løkshøll 10.fl úr Tofta og Runavíkar skúla framføra

08/03/2024

Næmingaráðið í Tofta skúla skipar fyri grækarismessuhaldi í Tofta skúla

15/02/2024

Avloysari fyri námsfrøðing í farloyvi

13/02/2024

Føstulávintshald í Tofta skúla

17/12/2020

Talvkappingar í Tofta skúla

Áhugin fyri talvi og at telva hevur verið rættiliga stórur í heyst í Tofta skúla. Onkur av flokkunum hevur havt skipaða undirvísing í talvi, meðan aðrir flokkar hava brúkt einkultar tímar og fríløtur til talv.

Fríggjadagin 11.des. skipaðu næmingarnir í 6. og 7.flokki fyri einari talvkapping, og ikki kann sigast annað, enn at næmingarnir gingu upp í kappingina við lív og sál.

Kappingina í 7.flokki vann Kristian Nielsen, meðan finalan í 6.flokki gjørdist sera spennandi. Úrslitið varð, at finalutalvið endaði javnt, so vinnararnir gjørdust báðir finalistarnir Maia á Jóhansdóttir á Lakjuni og Silas Reinert Hansen.

Týsdagin 15.des. varð skipað fyri eini snarkapping millum næmingar úr 8. og 9.flokki. Tilsamans vóru tað 12 luttakarar við í kappingini. Talvkappingin varð skipað í 2 bólkar við 6 næmingum í hvørjum bólki, og vinnararnir í báðum bólkunum møttust í einum finaluumfari.

Í finaluna komu Hanus Højgaard og Brian Ellingsgaard. Hetta gjørdist ein spennandi finala, sum Brian Ellingsgaard vann í einum tøttum og spennandi talvi.

Fleiri myndir frá talvkappingunum síggjast her!