Spæliliðið fekk heiðursprógv handað
Aftaná morgunsangin mánadagin 15. juni, fingu Arina, Arnaq, Turið, Eli, Frank og Mika, næmingar í 7. flokki, heiðursprógv handað av Olafi Magnussen, varaskúlastjóra.
Spæliliðið eru næmingar í 7. flokki, sum undir skipaðum umstøðum standa fyri at spæla saman við yngru næmingunum í fríløtunum.
Endamálið við spæliliðnum er at fáa næmingar at røra seg meir og verða kropsliga virknar. Dentur verður lagdur á at fáa teir yngru næmingarnar at spæla í fríløtunum. Spæliliðið er á henda hátt við til at skapa lív í fríløtunum – bæði kropsliga og sosialt.
Næmingarnir í 7. flokki hava verið á skeiði, har teir hava lært, hvussu teir skulu standa fyri uppgávuni á spæliliðnum at fáa yngru næmingarnar virknar.
Ein lærari virkar sum akkersfólk, so næmingarnir í spæliliðnum hava onkran at venda sær til.
Tað er AKT-lærarin, sum serliga tekur sær av spæliliðnum.