10/03/2026

Grækarismessuhald í Tofta skúla

Aftur í ár skipar næmingaráðið í Tofta skúla fyri grækarismessuhaldi hósdagin 12. mars kl. 11.00.

 Um viðrar, verður grækarismessuhaldið hildið við Heygsvegin, millum húsini nr. 36 og 38, har gøtan niðan á Brekkuklett byrjar. Verður veðrið ikki til vildar, verður grækarismessuhaldið hildið í skúlanum.        

Næmingur úr Tofta skúla heldur røðu. Eisini verður felagssangur á skránni. 

Øll eru hjartaliga vælkomin. 

 

Næmingaráðið í Tofta skúla.