30/01/2026

Innskriving til komandi 1.A og 1.B

Hósdagin 29. januar kl. 14.00 vóru børnini í komandi 1.A og 1.B innskrivaði í Tofta skúla.

Tað vóru ógvuliga glað og spent børn, sum møttu upp til innskrivingina saman við foreldrum teirra.

Í komandi 1.A og 1.B verða tilsamans 27 næmingar. 17 gentur og 10 dreingir.

Durita Jakobsen, skúlastjóri, Anja Mortensen, Annemie Nielsen og Eyð Leitisstein, flokslærarar, tóku ímóti næmingum og foreldrum teirra í Miðhøllini.

Durita tók í hondina á hvørjum einstøkum barni og bjóðaði tí vælkomin í Tofta skúla. Hon vísti á, at hetta var ein stórur dagur fyri børnini og foreldrini, og fyri at markera dagin, varð flaggið vundið í húnar hátt.

Skúlastjórin vísti m.a. á, at tá børnini koma í skúla byrjar eitt felags arbeiði. Tað handlar ikki bara um fakliga læring, men líka nógv um at skapa góðar karmar, har børnini kunnu trívast, vera forvitin, tora at royna nakað nýtt og gerast ein partur av einum sterkum felagsskapi.

Vit deila ábyrgdina av børnunum og hava øll somu ynskir, ið er, at tey kenna seg trygg, sædd og hoyrd, so at tey fáa avbjóðingar, ið menna tey.

Trivnaðarliga eru vit ein partur av Betri vinir verkætlanini, sum tit foreldur eisini kenna.

Tað merkir millum annað, at:

·        vit hjálpa og stuðla hvørjum øðrum

·        vit hava felagsskapin við okkum hvønn dag

·        vit hugsa um, at øll skulu hava tað gott

·        vit eru vinarlig – eisini tá vit eru ósamd

·        vit tosa ordiliga og við virðing við hvønn annan

 

Síðani varð farið upp í eitt flokshøli, har Anja, Annemie og Eyð tóku í móti teimum. Uppi flokhølinum teknaðu børnini nakrar vakrar gentu- og dreingja tekningar, sum seinni skulu límast á teirra navnaskelti, sum tey eisini teknaðu.

Til seinast fingu tey bókina, Tá ið tú fert í skúla, frá skúlanum.

Samanumtikið ein væl eydnaður dagur.

 

Fleiri myndir frá innskrivingini síggjast her!