Felags sangløta í Tofta skúla
Føstulávintshald í Tofta skúla
Innskriving til komandi 1.A og 1.B
Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinumn fyri Tofta skúla, skúlaárið 2024/25
Skúlin stongdur týsdagin 27.januar vegna heildartiltak fyri lærarar skúlans
Innskriving til 1.flokk
Felags sangløta í Tofta skúla
Fríggjadagin 6. mars. kl. 11.00 var ein felags sangløta í Tofta skúla. Henda sangløta var endin av evnisvikuni, sum var hesa vikuna.
Í døgunum 3. -6. mars hava okkara næmingar arbeitt við evninum: ”Okkara stað – okkara kommuna,” har arbeitt hevur verið við Nes kommunu. Dentur hevur verið lagdur á søgu, mentan, vinnu, ítrótt og frítíðarmøguleikar.
Næmingarnir vóru býttir upp í deildir, so at 1.-3. flokkur arbeiddu saman, 4. - 6. flokkur arbeiddu saman og 7.-9. flokkur arbeiddu saman.
Felags fyri so at siga allar næmingarnar var, at ein rættiliga stórur partur av evnisvikuni var uttandura, har næmingarnir vitjaðu søgulig støð og fingu frágreiðingar frá staðkendum fólki. Fyri síðani at arbeiða meira í skúlanum við teimum frágreiðingum tey fingu.
Somuleiðis vóru tað fleiri persónar, sum komu í skúlan at greiða næmingunum frá ymiskum í kommununi.
Ein av teimum vitjandi var Alfred Olsen, sum m.a. greiddi frá søguni um húsini inni á Gráasteini, og so greiddi hann eisini frá mæta tónaskaldinum, Hans Jacobi Højgaard, ið var slektaður av Toftum.
Tí var tað eisini nærliggjandi at enda evnisvikuna við eini felags sangløtu, sum hevði eitt fjølbroytt innihald. Umframt nógvan góðan felagssang, so sóu vit eitt hugtakandi filmsbrot av toftamanninum Andriasi Edmundsson, sum er løntur fótbóltsspælari í Italia. Hann greiddi frá sínum lívi, har hann heilt frá smádrongi av hevði stórar dreymar um eina karieru sum fótbóltsleikari. Andrias vísti næmingunum á, at tað er neyðugt, at leggja ógvuliga stóra orku og vilja í at náa einum tílíkum máli.
Ein av felagssangunum var ”Spor í sandi" úr sendingini "Hoydalar, sum allir næmingarnir dugdu. Næmingarnir í framhaldsdeildini sungu fyri og spældu meistarliga undir á ljóðføri.
Eisini framførdu næmingarnir í framhaldsdeildini eitt nýtt lag til kvæðið "Nykurin á Toftavatni", sum Kristian Jacobsen (f. 2003) av Glyvrum yrkti eftir søgnina um nykin á Toftavatni.
Solosangur var eisini á skránni. Brynhild Viðbjørg og Bárður á Reynatrøð, lærarar, sungu og spældu sera vakra sangin "Verðin undurfull er." ”.
Fleiri myndir frá sangløtuni síggjast her!