Føstulávintshald í Tofta skúla
Innskriving til komandi 1.A og 1.B
Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinumn fyri Tofta skúla, skúlaárið 2024/25
Skúlin stongdur týsdagin 27.januar vegna heildartiltak fyri lærarar skúlans
Innskriving til 1.flokk
Gleðilig jól og gott nýggjár
Føstulávintshald í Tofta skúla
Mánadagin 16. febr. høvdu vit føstulávintshald í skúlanum. Dagurin byrjaði við morgunsangi, síðan fóru næmingarnir at prýða seg til føstulávintshaldið.
Tá klokkan nærkaðist 8.45, fóru vit øll at kvøða í Miðhøllini.
Eins og undanfarin ár, vóru foreldur, ommur og abbar boðin við til dansin, og ikki kann sigast annað, enn at tað vóru rættiliga nógv vaksin, sum ynsktu at uppliva løtuna við føroyskum dansi í skúlanum.
Eftir dansin fingu allir næmingar køkumuffins og sunkist og tey vaksnu fingu ein góðan drekkamunn.
Tá ið klokkan nærkaðist 10.15, fóru flokkarnir at sláa tunnu. Í høllini vóru tríggjar tunnur, sum næmingarnir í 1.-7. flokki slóu, meðan næmingarnir í 8. og 9. flokki slóu eina tunnu, sum varð hongd upp norðanfyri skúlan.
Kvøðið varð:
Veturin kom við kulda og kava
Brestiskvæði
Stolt Signhild
Stat op Santa Simeon
Kongaríkið í Bábylon
Flóvin Bænakiktsson
Sigmundskævði yngra
Regin smiður
Øskudólgur og sópingarkona
Burtur á heiði
Fleiri myndir síggjast her!