Altjóða læraradagur í Tofta skúla
Eins og undanfarin ár, varð skipað fyri altjóða læraradegi í Tofta skúla hósdagin 9. oktober 2025.
Endamálið við altjóða læraradegnum er at virðismeta og menna heimins undirvísarar. Fleiri enn 100 lond hátíðarhalda dagin, sum varð hildin fyrstu ferð í 1994. Tá spratt dagurin úr heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða frá 1948 um mannarættindi.
Næmingaráðið skipaði fyri degnum, sum byrjaði við, at Martin í Hjøllum, formaður í næmingaráðnum, bjóðaði øllum vælkomin til løtuna og greiddi frá skránni.
Á skránni var ein røða frá næmingaráðnum, sum Maria Petersen hevði. Eisini var felagssangur á skránni.
Eftir næmingarøðuna varð ein gáva handað starvsfólkunum í Tofta skúla. Hetta var ein vakur málningur við fingramerkjunum hjá hvørjum einstøkum starvsfólki. Eisini avmyndaði málningurin okkurt serstakt eyðkenni hjá hvørjum starvsfólki
Til seinast fóru allir næmingarnir í teirra floksstovur saman við næmingum úr 8. og 9. flokki, meðan øll starvsfólkini vóru boðin til morgunmat.
Niðanfyri er røðan endurgivin, sum Maria Petersen helt vegna næmingaráðið í Tofta skúla.
Góðu lærarar og námsfrøðiligir stuðlar.
Í dag vilja vit steðga á eina lítla løtu. Ikki fyri at spyrja, ikki fyri at fáa hjálp, men fyri at takka tykkum.
Tað eru ikki nógv, sum síggja alt tað, ið tit gera, men tað gera vit næmingar.
Vit síggja, tá tit møta upp longu áðrenn vit eru komin, við einum kaffikoppi í aðrari hondini og eini ætlan fyri dagin í hinari. Vit síggja tykkum, tá tit hjálpa okkum at skilja tingini, sum tit læra okkum.
At vera lærari er meira enn at undirvísa. Tað er at lurta, leiðbeina, geva pláss og at trúgva upp á okkum, eisini tá vit ivast.
Tit hava lært okkum, hvussu vit loysa trupulleikar, hvussu vit skulu arbeiða saman og hvussu vit tora at reisa okkum aftur, tá vit snáva; men tað týdningarmesta, sum tit hava lært okkum er, at vit hvør einstakur hevur sera stórt virði sum menniskja.
Sum lærarar hava tit gjørt stóran mun. Kanska duga tit ikki at síggja tað hvønn dag, men tað gera tit. Kanska halda tit, at tað, ið tit gera dagliga, er bara eitt arbeiði, men tað, tit hava sagt og gjørt, bera vit við okkum víðari í okkara lívi.
Og ja, tað hevur ikki altíð verið lætt. Vit hava verið troytt, ótolin og ófokuserað; men tit hava verið har, aftur og aftur við tykkara tolsemi, styrki og við einum smíli.
Tað er eingin ivi, at tit hava valt eitt arbeiði, sum krevur eitt gott hjarta – og tað hava tit. Tað sæst og merkist hvønn einasta dag.
Takk fyri at tit eru tit.
Fleiri myndir síggjast her!