Grækarismessuhald í Tofta skúla
Felags sangløta í Tofta skúla
Føstulávintshald í Tofta skúla
Innskriving til komandi 1.A og 1.B
Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinumn fyri Tofta skúla, skúlaárið 2024/25
Skúlin stongdur týsdagin 27.januar vegna heildartiltak fyri lærarar skúlans
Grækarismessuhald í Tofta skúla
Eins og undanfarin ár var grækarismessuhald í Tofta skúla. hósdagin 12. mars kl. 11.00. Veðrið var ikki til vildar og tí varð grækarismessuhaldið hildið í miðhøll skúlans.
Næmingaráðið skipaði fyri løtuni og Martin H. í Hjøllum, limur í næmingaráðnum, bjóðaði øllum vælkomin og gjøgnumgekk skránna fyri grækarismessuhaldið.
Eftir at hava sungið tveir sangir, helt Rannvá Brim, í næmingaráðnum, eina røðu.
Í røðu síni seðgi hon m.a., at vit øll eru komin at hátíðarhalda grækarismessu 12. mars, ið er dagurin, har tjøldrini koma. Ofta hoyra vit, at tjaldrið kemur við várinum.
Eftir ein langan, myrkan vetur, við vindi og regni, byrja vit nú at hóma ljós og smáar spírar. Dagarnir gerast ljósari og náttúran byrjar at vakna við aftur. Vit hoyra ”klipp” – ljóð ymsastaðni og fáa eina góða kenslu av, at várið er komið.
Fyri júst einari viku síðani endaði sjónvarpssendingin Hoydalar, har vit hoyrdu 6 ungar spírar syngja føroyskar sangskattir, millum onnur okkara Jóhonnu, sum fleiri av okkum kenna. Tað var gott at síggja, hvussu ung í Føroyum dugdu minst líka væl sum kendar stjørnur uttanlands. Ja, hóast vit eru fá, so duga við føroyingar nakað serligt um vit bara tora og vilja.
Stjørnan Martin Joensen, sum var í fyrsta parti, sigur í sanginum ”Morgun”:
Viljin er sterkasta svørðið
bítur á harðasta stál
vónin er bjartasti brandur
lýsir tær veg fram á mál
Rannvá vísti í røðuni á, at vónin er tað, sum heldur okkum øllum í gongd – hon tendrar eitt ljós í okkum og vekir ein hug til lívið. Lat okkum tí gleðast um alt tað vakra og góða, sum henda árstíðin hevur at bjóða, og brúka nýggju orkuna til at vera góð við tey, sum vit eru saman við dagliga, soleiðis, at vit øll kunnu blóma uppá hvør sín máta.
Tí syngja vit:
Tjaldur, ver vælkomið til okkum heim,
frá ókendum, fjarskotnum londum!
Tú bert okkum boð um ein ljósari dag,
at nú er brátt summar í hondum.
Grækarismessuhaldið endaði við tveimum felagssangum.
Fleiri myndir frá grækarismessuhaldinum síggjast her!