17/10/2025

Skíggjasunn í viku 44

Góðu foreldur og næmingar

Í einum heimi, har skíggjar fylla alsamt meira í gerandisdegnum hjá børnum og ungum, vilja vit í Tofta skúla vera við til at skapa rúm fyri samveru, rørslu og trivnaði uttan skíggja. Tí hava vit valt at stuðla undir átakið Skíggjasunn í viku 44 sum eisini verður nevnd nærveruvika sí her

Endamálið við átakinum er at økja tilvitið um skíggjanýtslu og at styrkja um trivnaðin hjá næmingunum.

Hesa vikuna heita vit á tykkum, at lata telefonina liggja heima og ikki taka hana við í skúla. Vanliga reglan um, at telefonir verða latnar inn og læstar inni í skápinum til næmingar hava frí er framvegis galdandi, um so er, at tað er onkur, sum má hava telefon við.

Orsøkin til at vit vilja stuðla undir hetta átakið er tí at hetta er ein liður í at skapa eitt meira samveru- og spælvirkið umhvørvið bæði á veg í og úr skúlanum.

Næmingar okkara eru ikki vanir at hava telefon í skúlatíðini, so tað er ikki so stór broyting, men vit síggja, at telefonin verður brúkt líka til hon skal læsast inni og verður brúkt so skjótt sum hon kemur úr skápinum aftur. 

Hesa vikuna fara vit at geva næmingum spøl og onkrar aktivitetir at spæla við og luttaka í. Hetta fyri at styrkja felagsskapin og geva børnunum møguleika og hugskot til at røra seg og hugna sær saman, eisini í frítíðini, uttan skíggja.

Vit vilja fegin vísa á heimasíðuna hjá betri.fo, ið hevur góð ráð, tá ið vit vilja vera skíggjasunn sí leinki her

Leinkjan vísir til nógv gott tilfar og ráð til foreldur og familjur, sum vilja minka um skíggjanýtsluna og styrkja um samveruna. 

Vit vóna, at tit taka væl undir við hesum og stuðla børnunum í at vera við í átakinum. 

 

Vinarliga

Leiðslan í Tofta skúla