newsarticle newsarticle pagemenu_hidden ">

Seinastu tíðindi

20/08/2020

Fyrsti skúladagur hjá 1. flokki í Tofta skúla

15/08/2020

Skúlagongdin byrjar aftur

26/06/2020

Góða summarferiu

19/06/2020

Prógvhandan í Tofta skúla

18/06/2020

Spæliliðið fekk heiðursprógv handað

12/06/2020

Lærarastarv í Tofta skúla

15/08/2020

Skúlagongdin byrjar aftur

Góðu næmingar, foreldur og avvarandi

 

Skúlagongdin í Tofta skúla byrjar aftur týsdagin 18. august.


Lærarar og stuðlar møta kl. 08.00.
Næmingar í 2.-10.flokki møta kl. 09.30

Næmingar í 1.flokki møta kl 13.00 * (meira kunning longur niðri í hesum teksti)

 

Soleiðis ganga vit inn:

2. og 3.flokkur gongur inn við svimjihylin

6. og 7.flokkur gongur inn norðanfyri skúlan

4., 5., 8., 9. og 10.flokkur gongur inn ígjøgnum høvuðsinngongina

Minnist til at spritta hendur tá tit koma inn í skúlan og at halda frástøðu. Næmingar eru bert saman við næmingum í sínum egna flokki.

 

* 1.flokkur møtir saman við foreldrum uttan fyri høvuðsinngongdina.

Kl 13 verður farið inn í miðhøll skúlans til eina felags løtu. Minnist til at halda frástøðu.

Til tey, sum koma við bili, vísa vit til p-økið niðan fyri skúlan (innkoyring frá Toftavegi)

 

Kunning til næmingar og foreldur:

Hava næmingar sjúkueyðkenni, skulu tey ikki koma í skúla, men alt fyri eitt lata seg testa fyri korona. Leinki til koronalinjuna er her

Fyri at minka um smittuvandan, verða næmingar bidnir um at hava øll vanlig skúlaamboð í skúlataskuni, eisini litblýantar og saks.

Harumframt heita vit á allar næmingar um hvønn skúladag at hava ein sprittdunk við í skúlataskuni, so tey kunnu spritta hendur hvørja ferð flokkurin fer inn og út úr stovuni. 

 

Leiðslan í Tofta skúla