newsarticle newsarticle pagemenu_hidden ">

Seinastu tíðindi

17/09/2019

Á floti við Draganum

16/09/2019

Tofta kvøldskúli í vetur 2019/2020

10/09/2019

Nýtt næmingaráð valt í Tofta skúla

05/09/2019

Val til næmingaráðið

26/08/2019

Fráboðan um lús

19/08/2019

Fyrsti skúladagur hjá 21 næmingum í Tofta skúla

19/08/2019

Fyrsti skúladagur hjá 21 næmingum í Tofta skúla

Mánadagin 19. august kl. 11.00 var fyrsti skúladagur í Tofta skúla hjá 21 glaðum og spentum børnum í fyrsta flokki. Í flokkinum eru 10 gentur og 11 dreingir.

Skúladagurin byrjaði við at Durita Jakobsen, skúlastjóri, bjóðaði næmingum og foreldrum vælkomin. Skúlastjórin heilsaði teimum við at taka í  hondina á børnunum, og vísti teimum á, hvar ið tey koma at standa, tá dagurin byrjar um morgunin við morgunsangi. Síðani sungu tey eitt sálmaørindi, sum tey dugdu, og bóðu Faðir vár saman.

Í stuttari heilsan til foreldur og børn, vísti Durita m.a. á, at tað at ganga í skúla, setur krøv til børnini og tey vaksnu, um at møta upp til tíðina um morgunin og annars at gera tað, sum tey skulu í skúlanum.

Somuleiðis vísti Durita á, at tað er umráðandi at børnini verða stuðlaði heima, fáa góðan svøvn, og soleiðis eru mett og væl hvíld at koma í skúla.

Áðrenn farið varð upp í flokshølið hjá næmingunum, varð ein felags mynd tikin av flokkinum í Miðstovuni.

Síðani fóru øll upp í flokshølið hjá 1. flokki, har flokslærarin, Hallfríð í Hjøllum og Anja Mortensen, lærari, saman við øðurm lærarum tóku ímóti.

Í flokshølinum, greiddi Áki Dyssegaard m.a. frá, at tá talan er um at fyribyrgja happing, so er tað sera umráðandi, at børnini hava góðar vinir fyri at trívast í skúlanum. Hann undirstrikaði eisini, at tað er sera týdningarmikið, at:

·      foreldrini tosa hampiligt um og við onnur børn, foreldur, námsfrøðingar og lærarar

·      halda festir s.s. føðingardagar fyri øll børnini í flokkinum

·      stuðla teirra barni í at reagera, um ein floksfelagi ella vinur verður fyri órættvísi

·      vísa áhuga fyri, hvat ið teirra barn hevst at í teirra "digitala" lívi

·      spyrja inn til barnið, um tað er kedd av onkrum

·      vera opin og ja-ligur, um onnur foreldur siga frá um hvørjar avbjóðingar teirra barn hevur

Hallfríð og Anja, greiddu frá teirra ætlanum, tímatalvuni og teimum skipanum, ið eru galdandi fyri skúlan, og vístu eisini á vikuætlanina á heimasíðu skúlans og mjólkaskipanina.

Eisini fingu børnini fleiri vakrar og spennandi skúlabøkur, sum tey vóru ógvuliga hugtikin av.

Fleiri myndir síggjast her!