12/03/2026
Grækarismessuhald í Tofta skúla
09/03/2026
Felags sangløta í Tofta skúla
16/02/2026
Føstulávintshald í Tofta skúla
30/01/2026
Innskriving til komandi 1.A og 1.B
19/01/2026
Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinumn fyri Tofta skúla, skúlaárið 2024/25
15/01/2026
Skúlin stongdur týsdagin 27.januar vegna heildartiltak fyri lærarar skúlans
29/01/2020
Felags sangløta í Tofta skúla
Mikudagin 29. jan. kl. 09.45 høvdu vit eina felags sangløtu í tónleikastovuni. Tað vóru sanglærarar, sum saman við øðurm lærarum, ið skipaðu fyri sangløtuni.
Til tílíkar sangløtur, verður dentur lagdur á at velja sangir, sum umboða tær ymisku árstíðirnar, og tí var tað upplagt, at velja sangir og vísur, nú vit eru í bestu tíð til kvøðing, og føstulávintin nærkast.
Eisini hoyrdu vit 5. flokk syngja og spæla sangin “Arið runt”. Somuleiðis søgdu nakrir næmingar í 7. flokki frá nøkrum stuttligum søgum.
Vit sungu m.a. hesar sangir:
Veturin kom við kulda og kava
Burtur á heiði
Kall og Svein ungi
Árið
Hygg kavin hann er komin
Nú liggur ein kavafonn
Reka skýggj um høgan tind
Fleiri myndir síggjast her!