12/02/2020
Blási- og slagverkslærarar konsert í Tofta skúla
Mikudagin 12. febr. kl 9.45 var ein sera áhugaverd konsert í Tofta skúla. Tað varð eitt orkestur, undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson, orkesturleiðara, sum varð mannað við blásilærarum og slagverkslærarum, sum framførdu ymisk løg fyri okkum í Tofta skúla.
Felags fyri tey, ið framførdu er, at øll undirvísa í musikkskúlanum.
Á konsertini løgdu luttakararnir í orkestrinum stóran dent á at presentera tey ymisku ljóðførini fyri okkum áhoyrarum.
Fleiri myndir frá konsertini síggjast her!